• Tab 1

    praying-hands-bathing-light Bønar og uppbyggingarmøti er hvørt mikukvøld klokkan 19.30

  • Tab 2

    bread-and-wine Minnismáltíð HARRANS er, hvønn sunnudag klokkan 11.30

  • Tab 3

    Evangeliskt møti er hvørt sunnukvøld klokkan 18

  • Tab 4

    Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag klokkan 11.30

  • Tab 5

    Momento er leygarkvøld klokkan 20

 

Í døgunum 28. Juli til 03 august vóru 3.800 ungdómar savnaðir á Teen-Street summarlegu í Norður Týska býnum Oldenburg. 

Av hesum 3.800 vóru tað 260 føroyskir tannáringar og 134 hjálparfólk. 394 føroyingar í alt vóru á Teen-Street legu í ár. Kristiliga Tíðindatænastan hevur skilt, at hesir 8 dagarnir á Teen-Street gingu óføra væl, men alt ov skjótt. Á føroysku heimasíðuni hjá Teen-Street, sum varð dagførd hvønn dag, stóð at lesa, tá legan var komin til endan: “Hetta hevur verið ein sera góð lega, har alt hevur gingið upp á stás á allan hátt. Nógv gott er framborið og nógv vinarbond eru knýtt!”  sitat liðugt.

Høvuðsevni á leguni í ár var Gud-Skaparin og skapanarsøgan. Dentur var lagdur á, at Gud skapti mannalívið, tí hann ynskti at menniskja skuldi liva lívið í samfelag við Hann. 

 

 

Tann lítli talarastólurin

EINLEIKIN

EINLEIKIN

- eitt snúningsfelt

        Í viðalundini í Kunoy andar av einleika og friði

“Einleikin er so sterkur og samanbindandi í eini og hvørji eind, at knekkar einleikin, so er eisini styrkin í eindini farin!” Einleikin er snúningsfeltið í øllum lívsins viðurskiftum, bæði kristiligum og ikki kristiligum: Í hjúnarbandinum, í familjuni, í samkomu- og kirkjuhøpi, í øllum sosialum viðurskiftum, í politiki, vinnulívinum og í øllum felagsátøkum, sum vit menniskju eru ein partur av.

 

Read more...
_